Finnur hevur funnið sær nýtt felag

Málsókni gøtumaðurin fer nú at spæla fyri føroyingafelagið í Keypmannahavn

Finnur Justinussen, sum farna heyst taldist millum toppskjúttarnar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, tá hann spældi fyri Næstved, hevur nú funnið sær nýtt felag fram til summarsteðgin.

 

Men talan er um felag, sum er langt frá tí støðinum, sum Finnur Justinussen spældi á seinast.

 

Finnur Justinussen hevur gjørt avtalu við føroyingafelagið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, um, at gøtumaðurin fer at spæla við besta liðnum hjá felagnum fram til summarsteðgin.

 

Hetta kappingarárið er Finnur Justinussen annars skrásettur fyri 11 mál í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, NordicBet deildini.

Finnur Justinussen spælir sín fyrsta dyst fyri ÍF Føroyar longu í dag klokkan 13:00, tá ÍF Føroyar møtir FB.