Finnur hevur fleiri møguleikar

Áleyparin sigur, at lítil útlit eru fyri, at hann fer at spæla seinnu hálvu í Føroyum

Føroyski áleyparin, Finnur Justinussen, hevur havt eitt framúr gott hálvár í vár, har hann hevur verið leigaður út frá Fremad Amager til Næstved. Í Næstved hevur Finnur Justinussen verið ein av høvuðsorsøkunum til, at Næstved tryggjaði sær uppflyting og komandi kappingarár fer at spæla í næstbestu donsku deildini.

 

Í næstum gongur sáttmálin hjá Finni Justinussen út við Fremad Amager, og skal føroyski áleyparin tí komandi tíðina finna sær eitt nýtt felag. Finnur Justinussen viðgongur, at samskifti hevur verið millum seg og Næstved, men at einki er komið burturúr higartil.

 

-       Sáttmálin við Fremad Amager gongur út nú, og eg havi ikki verið í dialog við teir. Higartil havi eg samskift nógv við Næstved, men enn er einki komið burturúr tí. Harafturat eru fyrispurningar eisini frá fleiri øðrum feløgum, sigur Finnur Justinussen.

 

Eitt skifti ljóðaði at Finnur Justinussen kundi vera á veg heim aftur til føroyskan fótbólt, har han skuldi spæla fyri Víking. Men tí avnoktar málrevurin úr Gøtu.

 

-       Eg tori at siga, at tað er so gott sum 100% sikkurt, at eg ikki komi heim til Føroyar at spæla. Men í fótbólti skal man tó ongantíð siga ongantíð, sigur Finnur Justinussen at enda.

 

Finnur Justinussen er 29 ára gamal.