Finnur hevur brotið fótin

Finnur Justinussen hevur eftir eina annars góða byrjan í nýggja felagi sínum, svenska Jönköpings Södra IF, nú fingið ein dyggan smeit. Hann hevur fingið staðfest brot í fótinum og nú er tað rættiliga ivasamt, um áleyparin verður førur fyri at spæla, tá ið fyrsta umfar í landskappingini verður fyrst í apríl.

 

Tað var týsdagin í síðstu viku, at Finnur spældi venjingardyst við eykaliðnum, og eftir bara hálvum tíma mátti taka seg av vøllinum av tí at hann hevði skeiklað vinstra fót. Við pínu fór hann á skaðastovuna, har staðfest varð, at hann hevði brotið eitt bein í fótinum.

 

Nærri kanningar seinni í vikuni skulu siga, hvussu álvarsligur skaðin er, men tað er sera ivasamt, um hann nær at gerast klárur til fyrsta landskappingardystin ímóti Degerfors 8. apríl.

 

Lesið annars samrøðu við Finn og ítróttarstjóra felagsins í Sosialinum í dag.