Finnur Helmsdal telist nú aftur millum tjóðveldismanningina á tingi ? fyribils.
Hann sat á tingi seinasta valskeið sum varamaður fyri Høgna Hoydal, men við løgtingsvalið í fjør var hann tvær atkvøður ov stuttur, og tí fór Jógvan Arge við varasessinum hesaferð.
Finnur Helmsdal er sonur Oliviu og Mikkjal Helmsdal, fyrrv. landsverkfrøðing. Hann er giftur Jónrun Højgaard. Finnur er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur starvast sum sosialráðgevi á Almannastovuni, og hann hevur verið leiðari á Andveikraverndini.
Finnur Helmsdal er nú leiðari á Føroya Barnaheimi.
Á løgtingsvalinum seinast fekk Tjóðveldisflokkurin trý umboð vald á ting, Høgna Hoydal, sum fekk 1.351 atkvøður, Annita á Fríðriksmørk, sum fekk 405 atkvøður og Kristinu Háfoss, sum fekk 364 atkvøður. Jógvan Arge fekk 205 atkvøður og Finnur Helmsdal fekk 203.
Finnur hevur sæti á tingi, til Annita á Fríðriksmørk boðar tingini frá, at hon tekur sæti aftur.










