Finnur Helmsdal leiðari á barnaheiminum

Fyrrverandi løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal hevur fingið nýtt starv. Hann er nú settur sum leiðari á Føroya Barnaheimi

? Eg eri ómetaliga spentur at fara undir hetta nýggja starvið. Her skal eg arbeiða við bæði barna- og familjuforsorg, sigur Finnur Helmsdal.
Finnur hevur júst sitið í fýra ár sum tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin, men hann slapp ikki innaftur í tingið. Tí søkti hann hetta starvið og er nú settur sum leiðari á Føroya Barnaheimi.
Hann tekur við starvinum eftir Mirjam Johannesen, sum ikki søkti starvið. Hon hevur verið virkandi leiðari seinasta árið, eftir at táverandi leiðarin Sólrun Jacobæus fór úr starvinum.
Finnur Helmsdal er 50 ára gamal og er útbúgvin sosialráðgevi. Hann arbeiddi sum sosialráðgevi á Almannastovuni frá 1981-85. Í árunum frá 1985 til 94 var hann leiðari á andveikraverdnini, inntil hon varð niðurløgd í 1994. Eftir tað starvaðist hann á Almannastovuni í nøkur ár, áðrenn hann fór í tingið í 1998. Finnur Helmsdal hevur ikki havt nakað annað starv, meðan hann var í tinginum.
Nú skal hann so taka sær av barnaheiminum. Heimið er júst umskipað, og fyrsta uppgávan hjá Finni verður at seta tíggju fólk í starv.
Fimm umsóknir vóru til starvið, og meirilutin av umsøkjarunum vóru mannfólk, upplýsir Beate L. Samuelsen, næstformaður í nevndini fyri barnaheimið.