Finnur Hansson er stoltur av landsmonnum sínum

Finnur Hansson, Jakob Jónsson og hópurin hjá Neistamonnum høvdu tann stóra forrættin at verða staddir í Íslandi á venjingarlegu, júst ta vikuna sum íslendska hondbóltslandsliðið framdi søguliga bragdið.

Hondbóltur

 

Finnur Hansson segði við Rás2 sunnudagin úr Selfossi á íslendska Suðurlandinum, at íslendska landsliðið rakti ikki dagin. – Vit fóru ikki nóg góðir í dag, vit vóru bara ikki nóg skarpir, tá saman um kom. Meðan fraklendingar, sum hava fleiri royndir, tá tað kemur til finalur, vóru væl betri fyri til stóru uppgávuna. Eg haldi, at tað var tað, sum gjørdi munin.

Finnur heldur, at íslendingar sóu heldur mettir út, aftaná hálvfinalusigurin á Spania. Finnur heldur, at tað manglaði í hjá Ìslandi, bæði í álopspartinum, og í verjupartinum. Málverjin, Bjørgvin Páll Gústavsson kom ikki í gongd beinavegin, og heldur Finnur, at verjan átti eisini sín lut í hesum. Ìslendingar vóru ikki til reiðar, og teir tríggir brendu málmøguleikarnir frá vonginum, sum franski málverjin, Thierry Omeyer tók vóru eisini ringir fyri íslendska sjálvsálitið. Kortini heldur Finnur Hansson, at verjan samanumtikið kanska var frægasti parturin á liðnum.

– Vit mugu heldur ikki gloyma hvørjar spælarar íslendingar vóru upp ímóti. Eg haldi sjálvur, at hetta eru Heimsins bestu hondbóltsspælarar í løtuni, tað er einki at ivast í. Í sær sjálvum er tað rættiliga flott at kunna halda einum liðið, sum Fraklandi undir 30 skotin mál.

 

Er stoltur

Spurdur um ein kortini er nøgdur við OL-kappingina hjá íslendska hondbóltslandsliðnum, svarar Finnur:

- Ja, eg eri veruliga stoltur av teimum, tað er so púra vist.

Finnur fortelur, at allur hópurin hjá Neistanum sat inni í biografsalinum í Selfossi fyri at síggja dystin, og har sótu fólk við blandaðum kenslum aftaná OL-finaluna. Biografsalurin var á tremur við fólki, og sjálvandi vóru fólk vónsvikin beint aftaná dystin. Øll høvdu ynskt ein betri, javnari og meiri spennandi dyst. Men tá »Strákar okkar« fingu silvurheiðursmerkini handað, var fagnaðurin kortini stórur.

Spurdur um hann, Jakob og Neistaleikarnir ikki eru glaðir fyri at hava verið staddir í Íslandi, meðan íslendska hondbóltslandsliðið hevur framt síni brøgd, svarar Finnur:

- Jú tað hevur sanniliga verið ein fantastisk uppliving. Tá hálvfinalan var spæld ímóti Spania vóru vit í sølumiðstøðini, Smáralind, og hugdu eftir dystinum saman við hundraðtals íslendingum. Í gjárakvøldið (leygardagin red.) vóru vit og spákaði runt Reykjavík, har tað var Mentunnarnátt, har vit m.a. hugdu eftir tí stórsligna fýrverkinum. Har gekk bara alt runt og tosaði um hondbólt. Tað tyktist, sum tónleikarnir bara hitaðu upp til OL-finaluna, sum skuldi verða dagin eftir. Sum forseti Íslands sigur: »Hetta er størsta ítróttarbragdið í søgu Íslands«. Òlafur Ragnar Grímsson mintist aftur á stóru gleðina í Ìslandi, tá Vilhjálmur Einarsson vann silvur við summarleikirnar í Melbourne, Avstralia í tí Harrans ári, 1956. Men Finnur er samdur við Òlafi Ragnari, at OL-silvurið hjá »Strákunum« er størsta ítróttaravrikið í íslendskari ítróttarsøgu. Ìslendska fólkið fer at feira »Strákarnir«, sum tjóðarhetjur, og fer at takka teimum fyri alt, sum teir hava givið tjóðini gjøgnum sítt frálíka spæl og undirhald. Finnur ivast ikki í, at stóra hátíðarhaldið, sum verður tá hondbóltslandslið kemur heim, fer næstan at fáa tjóðardagin, 17. Juni at blikna!

– 17. Juni er hvørt ár, um eg eri heppin, so komi eg kanska einaferð aftrat at uppliva, at Ísland kemur í eina olympiska finalu í hondbólti.