Finnur Justinussen hevur nú gjørt ein nýggjan eitt ára sáttmála við Næstved, sum hann var við til at flyta upp í næstbestu deildina. Føroyski áleyparin hevur ikki heilt avvíst at koma aftur til Føroya at spæla, men tað var allatíð sannlíkt, at hann fór at halda fram í Danmark, eftir at sáttmálin við Fremad Amager gekk út í summar.
Næstved leigaði Finn Justinussen frá Fremad Amager seinasta hálva árið. Síðani hevur verið eitt sindur ivasamt hvar framtíðin hjá 29 ára gamla gøtumanninum liggur, men høvðuspersónurin hevur ikki verið í iva.
- Eg havi allatíð havt eitt ynski um at halda fram í Næstved, men vit skuldu líka fáa alt at ganga upp. Nú er alt komið upp á pláss og báðir partar eru nøgdir. Nú gleði eg meg bara at koma í gongd saman við spælarunum, sigur Finnur Justinussen við bold.dk.
Finnur Justinussen skoraði heili 11 mál fyri Næstved, síðani hann um ársskiftið bleiv útleigaður til Næstved, sum nú er flutt upp í næstbestu deildina.