Finnur gevst í Næstved

Toppskjúttin vil brúka várið upp á familjuna og lesnaðin.

Finnur Justinussen, sum í fjør var toppskorari hjá Næstved, hevur valt at taka ein steðg frá fótbóltinum. Tað boðar felagið frá í dag.

 

- Vit hava eftirlíkað ynskinum hjá Finnuri um at siga upp sáttmála hansara, skrivar felagið og grundgevir avgerðina við, at Finnur Justinussen ynskir at brúka meiri tíð upp á arkitektur-lesnaðin og familjuna í vár.

 

- So tá Finnur gjarna vil gevast nú áðrenn várið av álvara kemur í gongd, vilja vit ikki standa í vegin. Fótbóltur er týdningarmikil - men menniskja er enn týdningarmiklari, skrivar felagið.

 

- Vit iðra okkum sjálvandi um hetta og eru kedd av, at Finnur ikki longur skal bomba kassar inn fyri teir Grønu - men vit ynskja honum alla lukku og eydnu framyvir, sigur felagið, sum takkar honum fyri mongu málini og góðu avrikini í grønu troyggjuni.

 

Finnur Justinussen skoraði 11 mál í 17 dystum í fjør. Næstved endaði nummar fimm í næstbestu donsku deildini. Finnur Justinussen spældi tveir landsdystir í fjør, í 3-1 sigrinum móti Malta í septembur og 3-0 tapinum fyri Aserbadjan í oktobur.

 

Næstved hevur annars júst fingið nýggjar eigarar.