Finnur Fríði kom á Tvøroyri í nátt við 600 tons av sild. Byrjað varð landa beinanveg. Virksemið á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri er við at koma í hæddina, nú bæði makrelur og sild eru feitari. Virkið klárar at taka ímóti eini 500 tonsum um samdøgrið í løtuni, men um miðjan august, tá útbyggingin er liðug, verður kapasiteturin eini 800 tons um samdøgrið.
Millum 100 og 120 fólk arbeiða í løtuni á virkinum, men tá arbeiðið kemur í hæddina og útbyggingin er liðug, verða tey eini 150.









