Finnur Fríði til Grønlands at fiska makrel

Finnur Fríði til Grønlands

 

Í dag fer Finnur Fríði til Grønlands. Hann skal á royndarfiskiskap eftir makreli í einum norðurlendskum samstarvi millum Norra, Føroyar, Ísland og Grønland.

 

Hetta er fyrsta árið Grønland er við, og tí er tað eisini fyrstu ferð, teir leiga skip til hetta endamálið.

 

Grønlandska havstovan hevur leigað skipið frá 20. juli til 5. august. Fimm fólk frá grønlandsku havstovuni verða við umframt manningina.

 

Eftir ætlan skulu teir trola í 30 minuttir á eini leið, sum er avtalað frammanundan. Síðani skulu teir sigla 100 fjórðingar og so aftur trola í 30 minuttir. Hendan endurtoka verður á 19 ymiskum støðum í Eystur- og Suðurgrønlandi.

 

Trolið teir skulu nýta er sama slag sum hini londini nýta í teirra royndum og eitur 832 metrar.

 

Hóast tey fimm frá havstovuni koma at kanna alt sum kemur í trolið, so er tað serliga makrelin tey eru áhugað í. Kanningarnar skulu m.a. vísa hvussu víða makrelurin ferðast.

 

Havøkið er stórt, og tí kemur Funnur Fríði at sigla umleið 3600 fjórðingar, áðrenn hann verður aftur í Føroyum.

 

Aksel Mikelsen er skipari. Søren Post er leiðari fyri kanningunum hjá havstovuni.

 

Nevnast kann eisini, at í hesum døgum er Tróndur í Gøtu leigaður av føroysku havstovuni, til líknandi kanningar undur Føroyum.

 

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin