Gøtuskipið Finnur Fríði fekk 7,00 norskar krónur í meðal fyri kilo, tá teir landaðu 1.300 tons av sild í Værøy fyrradagin. Reiðaríið skrivar á heimasíðuni, at hetta er besti meðalprísur, sum nakrantíð er latin fyri eina heila last av sild, sum er seld á Norges Sildesalgslag.
Í fjør var meðalprísurin millum 3,40 og 3.50 krónur fyri kilo.
Tað er nógv sild í føroyskum sjógvi, og Finnur Fríði fekk sildina á leiðini 64 stig norður og 4 stig vestur. Sildin, sum er í føroyskum sjógvi, hevur nógv betri stødd enn sildin í norskum sjógvi. Sildin, sum Finnur Fríði landaði hesaferð, vigaði 390 gram í meðal.
Skipini fáa eisini góðan prís fyri sild í Føroyum. Her er prísurin 6,20 krónur í meðal. Skipini hava eisini landað her, men hesferð fór Finnur Fríði til Noregs, tí at Faroe Pelagic hevði maskintrupulleikar.










