Finnur Fríði og Saksaberg eru í Noregi og landa ávikavist 1.250 og 570 tons av sild til matna. Finnur Fríði, sum hevur 1.250 tons, landar í Florø. Teir hava roynt í altjóða sjógvi a leiðini 1-3 stigum eystur og 67 stigum norður. Sildin er stór og góð, umleið 345 gram í meðal og prísurin slakar tíggjar krónur fyrti kilo.
Saksaberg, sum roynir við nót, er í Måløy og landar. Teir hava 570 tons av sild, sum fer til matna.
Saksaberg hevur roynt í altjóða sjógvi á leiðini 1 stig eystur og 67 stig norður. Sildin er umleið 350 gram í miðal, og prísurin er 2,34 krónur í meðal, skrivar reiðaríið á heimasíðu síni.