Landsliðsframherjin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, verður ikki at síggja í Víkingi aftur fyribils. Hann fyltur av landinum í lestrarørindum.
Tað boðaði hann frá í røðu á hátíðarhaldi hjá Víkingi, eftir at fjórða steypagullið varð veruleiki leygarkvøldið. Í løtuni verður arbeitt við at finna eitt lið í lægru deildunum í Danmark.
Finnur Justinussen hevur fyrr roynt seg uttanlands. Tað var tá hann í 2012 skifti til svenska Jønkøping Sødra. Hann hevur spælt 173 dystir fyri Víking og skotið 97 mál í Effo-deildini.
26 ára gamli framherjin er úttikin til landsdystin móti Norðurírlandi, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið.










