Finnur Justinussen, sum tvær ferðir síðstu trý árini hevur verið toppskjútti í føroysku kappingini við 23 málum, fer næstu trý árini at spæla við svenska fótbóltsfelagnum, Jönköping Södra, sum í løtuni er í næstbestu svensku deildini, ið kallast Superettan.
– Vit hava fingið eitt tilboð um sáttmála, og tað er heilt nær við, at alt er komið upp á pláss, so vit kunnu skriva undir, sigur 22 ára gamli gøtumaðurin, ið gjørdi góða reklamu fyri seg sjálvan, tá hann um vikuskiftið skjeyt fýra mál og legði upp til onnur trý, tá Jönköping Södra vann 12-0 í venjingardysti:
– Jönköping er ein góður býur og hetta er eitt gott felag, so eg gleði meg at fara avstað. Hetta sær sera spennandi út og er akkurát nakað fyri meg, heldur nú skjótt fyrrverandi framherjin hjá Víkingi, ið ætlandi fær sín fyrsta arbeiðsdag í Jönköping tann 3. januar.
Svenska felagið hevur víst honum áhuga, tí frammanundan hava tey ein góðan framherja har, sum fleiri útlendsk feløg hava víst áhuga, so tí vilja tey nú binda um heilan fingur við at fáa sær ein góðan framherja aftrat.
Kanska aðrir við
– Nú, tá Finnur var so sannførandi í royndarvenjingini, høvdu svenskararnir stóran áhuga og spurdu, um aðrir spælarar kundu vera í Føroyum, sum kundu komið handa vegin, og tað kundi eg bara svara játtandi til, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, fótbóltsumboðsmaður, ið hevur tikið sær av samráðingunum hjá Finni.
– At Finnur nú fer til Svøríkis, kann lata fleiri dyr upp, og tað kundi hent seg, at onkur annar føroyingur eisini fer til Svøríkis innan alt ov langa tíð, sigur Hans Jacob, ið minnir á, at Føroyar og Svøríki eru í sama bólki í komandi HM-undankapping, so tí kann svenski áhugin bara gerast enn størri.
Jönköping er fjórða staðið í Svøríki, sum Finnur vitjar í sambandi við royndarvenjing, tí frammanundan hevur hann eisini roynt seg í feløgunum Örebro SK, Gefle IF og í Trelleborg FF, sum øll eru í bestu deildini, Allsvenskan.
– Tað er meira ella minni tilvildarligt, at tað bleiv Svøríki, men Finni hevur dámt væl Svøríki, so tí havi eg hildið fram við at leitað eftir einum svenskum felag til hansara. Jönköping Södra er eisini eitt felag, ið hóskar honum sera væl, tí tað er hvørki ov lítið ella ov stórt, sigur Hans Jacob á Líknargøtu.