Víkinga áleyparin, Finnur Justinussen, sum seinastu nógvu vikurnar hevur sitið uttanfyri við einum brotnum fóti, var í gjár aftur at síggja á vøllinum í Effo-deildini. Hann kom á vøllin um miðjan seinna hálvleik, tá hann avloysti Andreas Lava Olsen í Víkinga álopinum.
Men lítla hálva tíman sum hann var á vøllinum í gjár, var hann so mikið óheppin, at hann aftur noyddist av vøllinum við skaða. Og heldur keðiligt er tað sami skaði sum er farin uppaftur hjá Víkinga áleyparanum.
- Tað er hent tað sama aftur. Beinið í fótinum er brotnað. Eg havi ikki verið hjá lækna enn, men eg veit og føli at tað er tað sama sum seinast.
- Eg fór eftir einum leysum bólti í luftini, og fór uppá tá við stúttibeininum, og tá segði tað knekk. Í báðum førum hevur tað verið avsettið sum hevur framt brotið.
Finnur Justinussen sigur at tað er ótrúliga ørkymlandi at júst tað sama skuldi henda aftur, tí at hann annars ikki hevur merkt nakað til skaðan seinastu vikurnar.
- Eg havi annars vant við fullari ferð og ikki merkt nakað til skaðan, so tað er ótrúliga keðiligt at tað skuldi henda aftur. Nú er alt kappingarárið hjá mær farið.
Nógv bendir tí á, at Finnur Justinussen fyribils hevur spælt sín seinasta dyst fyri Víking á hesum sinni. Finnur býr dagliga í Keypmannahavn, har hann er undir lesnaði, og er tað tí hugsandi at hann í komandi árið fer at spæla við einum donskum felagið aftur.










