Finnur Justinussen, vandamikli áleyparin hjá Víkingi, bleiv í gjár alment Jønkøping-leikari.
- Hópurin er størri og fleiri fólk eru knýtt at liðnum. Tað er tað fyrsta, sum eg havi lagt til merkis her í felagnum, sigur Finnur Justinussen við Dimmalætting.
Jønkøping spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, men hóast hetta eru so at siga allir leikarar felagsins yrkisleikarar.
Finnur Justinussen, sum áður hevur skotið fýra mál í venjingardysti, tá hann royndarvandi við Jønkøping, skal spæla venjingardyst við felagnum 4. februar. Hesaferð sum Jønkøping leikari.