Málslúkurin úr Gøta verður eftir øllum at døma at síggja í føroyskum fótbólti komandi kappingarár. Sáttmálin við Jönköping Södra er uppsagdur, og framherjin er í samráðingum við Víking.
« Eg havi sagt sáttmálan upp í Jönköping Södra, sigur Finnur Justinussen við Sosialin.
Finnur Justinussen valdi fyri einum ári síðani at royna seg í svenskum aðru deildar fótbólti. Skaðar hava gjørt sítt til, at gøtumaðurin ongantíð er komin fyri seg á liðnum.
« Eg samráðist bara við Víking, men hetta er ikki endin á mínum útlandsævintýri, sigur Finnur víðari
Finnur Justinussen hevur skotið 47 mál í 96 dystum í bestu deildini fyri GÍ og Víking.
Tí kemur Finnur heim
« Eg velji at koma heim, tí at venjarin vildi leiga meg út nú í januar, soleiðis at hann kundi fáa ein annan áloypara inn, og eg kundi fáa spælitíð, greiður Finnur Justinussen frá.
Finnur var annars uppsettur upp á at fáa ein góðan uppstart, eftir at hava drigist við skaðar í longri tíð.
« Eg var nógv skaddur í fjør og gleddi meg at fáa ein orduligan uppstart aftur, og vísa hvør dugur er í mær, men hann vildi hava meg út í januar, og tá føli eg væl, at eg ikki eri ein partur av hansara planum, sigur Finnur.
Hevði Finnur verið útleigaður til annað felag í lægri deild í Svøríki, so metur hann ikki, at fótbólturin er á hægri stigið enn í Føroyum.
« Støðið í lægru deildunum her er áleið tað sama sum í Føroyum, tískil tók eg eina avgerð at koma heim. Men hetta er avgjørt ikki endin av uttanlandsdreyminum, sigur Finnur Justinussen at enda.










