Finnlendingar burturfluttir í Jemen

Eitt par úr Finnlandi og ein maður úr Eysturríki eru burturflutt í jemenska høvuðsstaðnum, Sanaa. Tað váttar jemenska uttanríkisráðið fyri tíðindastovuni Reuters, sum eisini veit at siga, at gíslarnir eru í býnum Khawlan, sum er nærhendis høvuðsstaðnum.

Óváttað tíðindi siga, at burturflytararnir krevja loysigjald fyri at lata teir tríggjar gíslarnar leysar, men tað vil finska uttanríkisráðið ikki vátta. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Lauri Aaltonen, sigur, at har hava tey ikki frætt um nakað loysigjald.

Tað ljóðar, at burturflytararnir hava tilknýti til al-Qaeda.