Finnleif synir fram í Suðuroy

Væl dámdi listamálarin, Finnleif Mortensen, hevur í hesum døgum framsýning í listaskálanum, Oynni, á Tvøroyri

Listaframsýning

Leygardagin læt Finnleif Mortensen av Argjum upp listaframsýning í listaskálanum, Oynni, á Tvøroyri.
Við á framsýningini hevur hann 21 oljumáln ingar og hetta er fyrstu ferð at hann hevur framsýning í Suðuroy.
Annars hevur hann havt nógvar framsýningar norðanfyri og hann hevur verið við bæði á Ólavsøkuframsýningini og á várframsýningini.
Hann hevur nýliga havt framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn og tað er týðiligt, at hann er ein listamálari, sum fólk hava tikið til sín, tí har seldi hann tað mesta at tí, hann hevði á framsýningini.
Finnleif hevur røtur bæði úr Sandvík og úr Fámjin og fleiri av málningunum á framsýningini í Oynni eru av bygdarløgum í Suðuroy.
Yvirhøvur er hann ógvuliga hugtikin av føroyska bygdarlagnum og tí skiftandi ljósinum.
Finnleif Mortensen er annars radiomekanikari og hann ferðast nógv kring landið í sínum arbeiði. Hann sigur, at hann hevur altíð blokkin við sær, tá ið hann ferðast og tað spyrst ofta málningur burturúr tí.
Framsýningin hjá Finnleif Mortensen er opin til 24. apríl.
Opið er hvønn dag frá klokkan 15 til 20, men mánadag er stongt.
Nú á páskum verður kortini ikki opið Langa Fríggjadag og fyrsta páskadag. Annars verður opið bæði skírishósdag og 2. páskadag