Finnleif Durhuus 35 ára starvsdag hjá Landsverkfrøðinginum

     

15. apríl 2004 vóru 35 ár síðani Finnleif Durhuus kom í starv hjá Landsverkfrøðinginum.
Finnleif er føddur og uppvaksin á Sandi. Hann kom til Havnar í 1959 og fór í læru sum timburmaður hjá Peturi í Gong. Frá 1964?66 arbeiddi hann sjálvstøðugt, samstundis sum hann gekk í skúla um kvøldarnar til tekniska fyrireiking, til hann fór til Danmarkar at lesa til byggifrøðing. Eftir loknan lesnað kom hann í starv hjá Landsverkfrøðinginum 15. apríl 1969. Ein hin fyrsta uppgávan hjá Finnleifi var at projektera nýggja vegin gjøgnum Kollafjørð og hevði hann eisini ábyrgdina av hesi vegagerð.
Í 1973 varð hann settur sum leiðari av vegaumsitingardeildini. Í ár 2000 varð nýggjur bygnaður gjørdur fyri stovnin og í hesum sambandi vórðu plan- og projektdeildin, ferðsludeildin og vegaumsitingardeildin løgd undir eina vegadeild, ið Finnleif varð leiðari av. Hann hevur verið í leiðslubólkinum fyri stovnin yvir 20 ár. Finnleif hevur eisini luttikið í norðurlendskum samstarvi. M.a. gjørdist hann í 1984 limur í NVF (Nordisk Vejteknisk Forbund). Síðani 1985 hevur hann umboðað stovnin á tí árliga norðurlendska driftschefsfundin-um, har deildarstjórarnir á teimum norðurlendsku vegakervunum hittast at viðgera aktuel felags mál. Í 1992 gjørdist Finnleif eisini limur í norðurlendska vetrarhaldsbólkinum.
Síðani Finnleif byrjaði hjá LV eru stórar broytingar farnar fram í samfelagnum og eisini á stovninum. Tá ið hann byrjaði, vóru 12 fólk á skrivstovuni og í 1988 vóru tey yvir 90. Men kreppan rakti eisini stovnin og minkaði talið á starvsfólkum ? eftir trimum árum ? niður í eina helvt. Í sínum arbeiði er hann komin víða um í landinum og havt nógv samskifti bæði við kommunur, feløg og einstaklingar.
Samkoman í Ebenezer hevur verið hansara andaliga heim og er tað serliga innan sang, hann hevur verið virkin. Hann hevur verið í sangkórinum stórt sæð síðani 1960 og hevur eisini luttikið í øðrum sangbólkum, m.a. Sangbrøðrum, ið góvu sína fyrstu plátu út í 1966. Teir góvu 3 plátur út í 60'unum og eina endurútgávu til jólar í 2002. Hann hevur eisini verið organistur í Ebenezer í umleið 40 ár.
Finnleif er giftur við Jóhannu Mariu og eiga tey børnini Mikkjal, Kára og Ingunn.