Finnland vil hava Russland og Hvítarussland útistongd frá HM í íshokki

Í mai verður Finnland vertsland fyri HM í íshokki, og teir vilja útisteingja Russland og Hvítarussland frá endaspælinum

- Russland og Hvítarussland eiga ikki at sleppa at taka lut í HM-endaspælinum í íshokki. Orðini eigur formaðurin í finska íshokkisambandinum, Harri Numela í samrøðu við finskar miðlar í dag.

 

Harri Numela sigur, at finsku og sveisisku íshokkisambondini eru samd um, at Russland og Hvítarussland eiga at vera útistongd frá komandi HM-endaspælinum, ið skal avgreiðast í finsku býunum, Tampere og Helsinki í mai.

 

Givna orsøkin er høpisleysa og vanlukkuliga russiska innrásin í Ukraina, ið er væl stuðlað av Hvítarusslandi.

 

Harri Numela hevur havt samráðingar við altjóða íshokkisambandið, IIHF og hava finnar kravt, at russar vera útistongdir frá øllum altjóða kappingum.

 

Harri Numela slær fast, at Finnland fer ikki undir nøkrum umstøðum at spæla nakran dyst móti Russlandi og Hvítarusslandi.

 

Finnland vann fyri stuttum OL-gull. Teir vunnu 2-1 í finaluni á júst Russlandi, ið tó mátti nevna seg Olympiska Nevnd Russlands.