Føroyska kvinnulandsliðið spældi í dag móti Finnlandi. Úrslitið var, at Finnland vann ein tepran 27-25 sigur. Tað skrivar hondbóltssambandið á heimasíðuni.
Málskjúttarnir hjá føroyska landsliðnum vóru:
Halla Skylv Midjord 1, Bára Hansen 2, Marjun Falkvard Danberg 2, Jacklin Durhuus 1, Birita Wardum 1, Gurið Mortensen 2, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 1, Liljan Djurhuus 3, Durita Christophersen 7, Turið Arge Samuelsen 2,
Seinnapartin í morgin verður aftur dystur millum londini.
Og nú ið so lítil munur er á liðunum er sjálvandi stóri spenningurin, um tað kann eydnast føroyingunum at gera tað, sum skal til fyri at koppa úrslitið okkara veg, skrivar HSF.










