Finnland: Kvinnur vóru málið

Kvinnur tykjast at hava verið málið hjá 18 ára gamla manninum, ið fyrradagin drap tvey fólk og løstaði átta onnur, tá hann stakk tey við einum knívi í finska býnum Turku, ið hevur svenska heitið Åbo. Tað upplýsa finskir myndugleikar fyri Reuters tíðindastovuni.


- Tað tykist, at hann, sum er undir illgruna, valdi kvinnur sum mál, tí menninir, ið blivu særdir, fingu skaða tá teir royndu at hjálpa ofrunum ella steðga álopinum, sigur Christa Granroth, talskvinnan fyri finsku kanningardeildina við Reuters.


Av teimum tíggju fólkunum, ið ungi maðurin leyp á fríggjadagin, vóru átta kvinnur, harav tvær doyðu í álopinum, ið finskir myndugleikar nú kanna sum eitt møguligt yvirgangsálop.


Sambært Reuters, so kom tann 18 ára gamli maðurin úr Marokko til Finnlands í fjør, og var sambært løgregluni enn í tilgongdini at fáa uppihaldsloyvi.


Tað eydnaðist løgregluni at handtaka 18 ára gamla manni eftir, at teir skutu hann í beinið.