Myndugleikarnir í Serbia siga seg nú vera til reiðar at rinda eina millión evrur í samsýning, um onkur kann koma við upplýsingum, sum kunnu hava við sær, at krígsbrotsmaðurin Ratko Mladic verður tikin. Samstundis hava mynduglerikarnir hongt myndir av tí gamla generalinum upp á øllum løgreglustøðum kring landið. Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur skuldsett Ratko Mladic fyri umfatandi krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Bosnia í árunum 1992 til 1995.










