Tann, sum finnur og ger av við libyska leiðaran, Muammar Gaddafi, verður ikki revsaður. Tað sigur leiðarin í uppreistrarráðnum, Mustafa Abdel Jalil, við Reuters-tíðindastovuna.
-Um onkur ger av við Gaddafi ella tekur hann til fanga, fer samfelagið at veita viðkomandi grið, sigur Jalil í einum tíðindaskrivi.
Hann leggur afturat, at ein ónevndur handilsmaður í býnum Benghazi er til reiðar at rinda tvær milliónir dinarar ella 6,7 milliónir krónur í samsýning, um onkur kann finna Gaddafi og taka hann til fanga.