Finni Olsen til minnis

Minningarorð

Henda alfagra mikumorgunin 13. februar vóru øll fløggini í Norðurlandahúsinum drigin í hálva stong. Finnur Olsen, húsavørður í Norðurlandahúsinum, var slóknaður dagin fyri, 66 ára gamal. Hann var føddur 7. februar 1936. Sjálvan 66 ára føðingardagin í síðstu viku vóru tey øll saman heima á Dalavegnum ? og nú var tráðurin slitnaður.
Finnur var avlærdur á snikkaravirkinum í Hornabø hjá Kristoffer Toftenæs. Í 1956 keyptu Bjarni Skarðhamar, Alfred Gullbein, Kristoffer Toftenæs og Finnur virkið, og tað var selt aftur í 1966.

Finnur var virkin, hugagóður og vinsælur, tú kendi teg altíð væl í samveruni við honum. Á ungum árum var hann íðin og virkin í Skótaliði Sigmundi Brestissonar, og eisini var hann rovari. Frá hesum skeiði minnast vit Finn við góðu evnunum millum tey ungu.
Finnur fekk sær egið virki, tá tey høvdu bygt í Tórfinsgøtu, og Glas-Finn var heitið,
sum varð kent víða um, rammur, glas, ja tað var ikki tann ting í samband við glas, sum hann ikki kundi. Og nógv kring um landið kendu Finn, og tey vóru mong, hann við arbeiði sínum gjørdi manga tænastu, og sum hann síðani hevði samband við.

Alt hevur sína tíð, soleiðis eisini við glasvirkinum hjá Finni. Hann seldi í Tórfinsgøtu og bygdi sær onnur hús á Dalavagnum, og høvdu tey eisini nógv góð ár har. Síðan var hann húsavørður í Norðurlandahúsinum, og var hann ikki minni drúgvur har.
Tá hann fylti 65 ár, gavst Finnur sum virkin arbeiðsmaður.

Vit drýpa høvur og minnast við sorgblídni aftur í árini. Mariu, døtrunum Barbaru, Súsonnu og Bjørg og Hannu, mammu Finn, saman við øllum tykkara, siga vit okkara djúpu samkenslu.