Finnið millumloysnir

Samfelagsgranskarin Gestur Hovgaard væntar, at fleiri og fleiri tænastur verða miðsavnaðar í framtíðini. Hetta kemur serliga av øktu samskiftismøguleikanum, sum ger tað lættari hjá stovnum at rationalisera sín bygna. Í hesum sambandi eggjar hann føroysku kommunum til at finna sonevndar millumloysnir

Skopun, Sandavágur, Kvívík, Hósvík og Skála. Hesar bygdir verða allar um miðan februar uttan ein Føroya Sparikassa. Í Degi og viku týskvøldið løgdu fólk úr Sandavági ikki fingrarnar ímillum, og vístu sína stóru ónøgd við avgerðina hjá stjórnini í Føroya Sparikassa um at niðurleggja deildina í bygdini. Aðrastaðni í blaðnum kann lesast, at hinar bygdarnir eisini ilskast um niðurleggingarnar.
Gestur Hovgaard starvast dagliga á Granskingardepilinum fyri økismenning í Klaksvík. Vit hava spurt hann um hvørjar avleiðingar niðurleggingar av ymiskum tænastum hava fyri føroyska bygdasamfelagið.

Miðsavnan
Gestur greiðir frá, at rákið rundan um okkum vísir, at økjandi automatisering elvir til eina miðsavnan av tænastum. Hann leggur afturat, at tænasturnar í dag gerast minni og minni persónligar hjá borgarunum.
? - Tað er einki at ivast í, at lokalir stovnar hava stóran týdning fyri eina bygd. Hóast tað er harmiligt at stovnar lata aftur, so kunnu privatir stovnar ikki binda seg at hava opið í einum ávísum øki. Í hesum førum tosa við um ein fíggjarstovn, sum skal lúka hørð krøv um at bera seg fíggjarliga . Er støðan hon, at tað ikki loysir seg fíggjarliga at hava ymsar deildir, hevur stovnurin møguleika at lata deildir aftur, sigur Gestur Hovgaard.
Gestir vísir á, at gongdin í bæði Danmark og Noregi hevur verið, at øktu
samskiftismøguleikarnir geva fyritøkum í dag munandi betri møguleikar at rationalisera sína bygna. Hann væntar, at verður talan eitt veruligt bakkast fyri føroysku vinnuna, er ikki óhugsandi, at vinnulívið í Føroyum í størri mun fara at ganga somu leið.

Aðrar millumloysnir
Samfelagsgranskarin innan økismenning heldur, at verða tænasturnar í størri mun miðsavnaðar, er tað av stórum týdningi, at kommunurnar finna nakrar øðrvísi millum loysnir. Hann sigur, at kommunurnar kring landið kunnu ikki krevja av einum privatum stovni, at teir hava deildir á bygd, tí tað er ikki uppgávan hjá einum privatum stovni.
Hann eggjar tí kommunum at fara til verka og finna fram til øðrvísi loysnir í teimum økjum, har tænastur verða niðurlagdar. Hann sigur, at kommunurnar verða noyddar at nýta sítt hugflog til at finna hesar millum loysnir
Gestur nevnur eitt dømi um eina loysn í eini bygd í Noregi. Bygdin hevði hvørki ráð til posthús ella frisør, og tí tók einasti frisørurin í bygdini sakina í egnar hendur og samtvinnaði eina frisør salong og eitt posthús undir somu lon.