Umleið 300 fólk møttu til eina annarleiðis móttøku í stóru verkstaðshøllini hjá P/F Meinhardt Arge, har maturin stóð á borðum og í viðførisrúmum á teimum ymisku bilunum. Eisini var lastin á einum pick-up brúkt til endamálið. Hotel Føroyar syrgdi fyri mati og tænastu.
Vegna starvsfólkin helt Jan Hentze, goymslumaður, ein talu fyri Finnboga. Hann segði m.a. at Finnbogi var orsøkin til, at starvsfólkini trívast so væl í fyritøkuni. Hetta ger hann m.a. við at skipa fyri útferðum ymsastaðni í landinum og syrgir fyri at tey fáa fríska frukt og at arbeiðsumhvørvið er gott og roykfrítt.
Starvsfólkini góvu Finnboga renniklæðir við tilhoyr í føðingardagsgávu. Hann rennur úti í Havnardali hvønn og dag, og sum tey høvdu skilt, vóru klæðini uppslitin.
Myndatekstur.










