Jóannes Hansen
Ferðaseðlaprísirnir við Strandfaraskipum Landsins (SL) hækka ikki, og á løgtingsfundinum seinnapartin í fyrradagin varð greitt, at SL fær ikki eina so nógv størri játtan á fíggjarlógini, at trygt fæst fyri at fáa tað úr landskassanum, sum ætlanin annars var at fáa frá teimum, ið ferðast.
Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so var ætlanin hjá Jóannesi Nielsen, tingmanni fólkafloksins í Vágum, at koma við uppskoti um at hækka játtanina til SL við meiri enn tíggju milliónum krónum.
Men uppskotið kom ikki til atkvøðugreiðslu. Í døgurðasteðginum mánadagin varð avtala gjørd í samgonguni um, at meirjáttanin til SL skuldi vera tríggjar milliónir krónur. Umframt fyri inntøkumiss, nú prísirnir ikki fóru upp, skal meirjáttanin brúkast til ein túr eyka til Suðuroyar mánadag.
Skal spara
Avtalan, sum samgongan gjørdi í døgurðasteðginum mánadagin, áleggur landsstýrismanninum í vinnumálum innanfyri teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár 2000 at koma til samgonguna við uppskotum um, hvussu umleggingar og rationaliseringar á samferðsluøkinum kunnu hava við sær, at útreiðslurnar lækka so mikið, at javnvág verður millum inntøkurnar og útreiðslurnar. Samgongan krevur eisini av landsstýrismanninum, at hetta verður gjørt, uttan at tað fer at ganga út yvir tænastustøðið.
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, staðfesti á tingfundinum, at nú er tað viljin hjá løgtinginum, at tað skal skerjast á samferðsluøkinum, men hann vísti samstundis á, at hetta fer at fáa ógvusligar avleiðingar.
Landsstýrismaðurin vísti á, at lønarhækkingin fyrr í ár hevur økt um útreiðslurnar hjá SL, og at tann politiski viljin at tað skal vera sjóvegis samband úr høvuðsstaðnum og inn á Skálafjørðin eisini kostar SL pengar.
Í politiska umhvørvinum verður uppgávan hjá landsstýrismanninum mett at vera torfør at avgreiða, uttan at onkrir partar av tænastunum hjá SL heilt verða skornir burtur. Fólkaflokkurin hevur áður tosað nógv um, at fraktkoyringin hjá SL átti at verið privatiserað ella útlisiterað. Nú verður tað mett at verða sannlíkt, at hetta kann gerast eitt av uppskotunum hjá landsstýrismanninum.
Um tað ikki eydnast at fáa samsvar millum inntøkurnar og útreiðslurnar komandi ár, kanska tí at tað ikki fer at fáast meiriluti fyri teimum sparitiltøkum, sum landsstýrismaðurin fer at skjóta upp fyri samgonguna og seinni løgtinginum, so er tað framvegis møguleiki fyri, at løgtingið í einari eykajáttanarlóg komandi ár kann veita SL ta upphæddina, sum tá fer at resta í.