Politikkur
Heri á Rógvi
Løgtingið: Ein av teimum, sum mikudagin kunnu líða á nýggju tingmanningina, nýggja tingformannin og ikki minsta nýggja tingsalin, var Finnbogi Ísakson. Seinastu fýra árini hevur Finnbogi verið tingformaður og sitið í tignarligasta sessinum í landinum. Hann hevur eisini verið tann, ið einamest hevur merkt kjakið og arbeiðið við at umvæla Løgtingshúsið. Mikumorgunin sat hann á áskoðaraplássunum.
?Eg eri væl nøgdur. Eg haldi, at arkitekurin (Heidi Poulsen, blðm.) hevur gjørt eitt gott arbeiði. Samanrenningin millum tað nýggja og tað gamla hevur eydnast væl, sigur Finnbogi Ísakson.
?Tað er vorðið rúmsháttari og luftigari. Arbeiðsumstøðurnar eru betri enn nakrantíð, sigur Finnbogi Ísakson.
Finnbogi Ísakson er ein teirri við teimum drúgvastu royndunum sum tingmaður. Hann hevur sitið í alt tretivu ár sum tingmaður, har hann eisini hevur landsstýrismaður partar av hesum tíðarskeiðinum. Hann var einans 23 ár, tá hann fyrstu ferð varð valdur inn á ting, og er hann næstyngsti valdi tingmaðurin nakrantíð.
Nú hann takkar fyri seg, so er greiður yvir sítt val, men honum hevði dámt at sloppið at roynt nýggja tingsalin. Hetta hevði hann eisini sloppið at roynt, um løgmaður hevði biðið um eitt formansumfar.
Finnbogi rósar eisini nýggju borðunum og innrættingini av húsunum. Hóast hann rósar arbeiðinum nógv, so er hann ikki í iva um, at tingið skuldi havt fingið eitt nýtt tinghús.
?Vit mugu framvegis miðja ímóti at gera eitt nýtt tinghús, sigur Finnbogi Ísakson.










