Finnbogi Ísakson var ov bráður

Sera fávitskut av Finnboga Ísaksyni at grundgeva við, at Sørvágsfjørður verður Sørvágsfjørður hvussu víkir og vendir.

Sera fávitskut av Finnboga Ísaksyni at grundgeva við, at Sørvágsfjørður verður Sørvágsfjørður hvussu víkir og vendir. Verður ikki Nólsoyarfjørður eisini hin sami, hvussu víkir og vendir? Og harvið Kirkjubønes og Glyvursnes? Og verður okkara kæri høvuðsstaður, Havnin, ikki eisini hin sami?

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum Heini O. Heinesen, hevði neyvan funnið uppá at úttala seg so fjákut sum Finnbogi, fyri tað um ein veljarakanning gav flokkinum slílka framgongd. Úttalan frá Finnboga kann bara skaða flokkin á landsplani!


John S. Myllhamar