Finnbogi hevði eini sjáldsom evni at skera politikk út í papp

Finnbogi Ísakson var ein politikari, sum tordi at ganga ímóti fólkaviljanum tá ið tað kravdust, men tann, sum ikki hevði ráð til at vera vinmaður hansara, var fátækur, heldur Hergeir Nielsen, sum er tann politikari í tjóðveldisflokkinum í dag, sum hevur arbeitt mest saman við Finnboga Ìsakson

Finnboga ísakson til minnis

 Finnbogi Ísakson hevði eitt sjáldsamt politiskt handalag og hann hevði eini sjáldsom evni at greina og greiða eina politiska støðu.
Tað er hetta, sum allarfyrst rennur Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, til hugs, tá ið vit spurdu hann, hvat eftirmæli hann hevur hug at geva Finnboga Ìsaksyni, nú hann doyði, bara 62 ára gamal.
Finnbogi Ísakson var ein av okkara markantastu politikarum seinasta mansaldurin. Mikumorgunin doyði hann bara 62 ára gamalur og sunnudagin fylgdi stór mannfjøld honum til gravar.
Hergeir Nielsen er tann politikari í tjóðveldisflokkinum nú, sum hevur arbeitt mest saman við Finnbogi og so mikið høgt í metum hevur Hergeir verið, at hann var biðin um at bera Finnboga til hansara seinasta hvíldarstað.
Hergeir Nielsen og Finnbogi komu at arbeiða saman í 1979, tá ið Hergeir varð landsstýrismaður og fekk tey málsøkið, sum Finnbogi Ìsakson hevði umsitið valskeiðið frammanundan, harav tey størstu vóru samferðslumál og skúlamál.
Síðani hava teir arbeitt saman í politikki, tó at teir eisini hava verið burturfrá við millumbilum.

Sjáldsom evni at greina og greiða
Og hann sigur, at Finnbogi Ísakson hevði eini sjáldsom evni at skera eina politiska støðu út í papp.
 Hann var framúr gløggur og gávuríkur. Hann hevði eitt sjáldsamt hegni til at greina sjálvt teir fløktastu spurningarnar og síðani at greiða so lættliga frá teimum, at øll beinanvegin skiltu samanhangin.
 Tað var tøgn í tinginum, tá ið hann hevði orðið og tá ið hann hevði havt orðið, høvdu vit onnur altíð eitt nógv betri grundarlag at taka støðu á.
 Hann kravdi ikki, at øll skuldu vera samd við honum, men hann dugdi í hvussu so er at greina eitt mál, so at vit onnur skiltu samanhangin og vórðu betri før fyri at taka støðu.
Hergeir Nielsen vísir á, at tað var Finnbogi Ísakson, sum umsat strandferðsluna í landsstýrimum í 1975 og har var hann ein av slóðarunum fyri, at Smyril varð keyptur og at suðuroyingar sostattt vóru fyri tí størsta frambrotinum í samferðsluøkinum nakrantíð.
Saman við Jógvani Sundstein og Atla Dam var Finnbogi ein av slóðarunum fyri at vit fingu samgonguna ímillum tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og javnaðarflokkin eftir valið í 1974
 Hetta var ein óhoyrd politisk samanseting, men teir tríggir tordu at ganga nýggjar leiðir og burtúr tí fingu vit eisini mest framburðshugaða samgonguna í Føroyum, ið hvussu so er til tá. Hendan samgongan fekk eisini tikið stór tøk, eitt nú við at keypa Smyril, við at yvirtaka Postverkið og umsitingina av skúlanum.
 Hetta vóru alt málsøki, sum Finnbogi umsat í landsstýrinum.
Hergeir Nielsen minni eisini á, at Finnbogi Ísakson hevði somuleiðis dirvi til at átaka sær at umsita fíggjarmál í landsstýrinum í 1993 í størstu kreppu í søgu landsins og har hevði hann dirvi at taka tær avgerðir, sum kravdust fyri at fáa búskapin aftur á beint, hóast hetta vóru tungar avgerðir.
 Og tá ið hann varð løgtingsformaður, lá tað honum nógv á sinni at geva løgtinginum betri umstøður at arbeiða undir við betri løn til tingfólki og betri løgtingshúsi. Hann var eisini ritstjóri á bókaverkinum, sum lýsir søgu Føroya Løgtings, sum er eitt ógvuliga týdningarmikið íkast til Føroya Søgu.
- Hetta vóru átøk, sum nógv fólk settu seg hart upp ímóti og hetta vóru tí ikki mál, sum politikarar kundu vænta sær at vinna atkvøður uppá. Men hetta eru eisini bestu prógvini fyri, at Finnbogi Ísakson rann ikki eftir atkvøðunum. Hann hevði dirvið til at ganga ímóti fólkaviljanum og tordi at taka illa dámdar avgerðir tá ið tað var neyðugt. Og hetta eru avgerðir, sum tingfólk nú heysta fruktirnar av.
Hergeir Nielsen sigur, at Finnbogi Ísakson var tjóðskaparmaður burturav og hansara størsa vónbrot í politikki var, at tað ikki bar til at koma longur fram á sjálvstýrisleið.
Men Finnbogi Ísakson var ikki bara politikari. Hann var eisini privatmaður og hevði eitt lív uttanfyri politikk.
 Hann var stak vinarligur maður og tann, sum ikki hevði ráð til at vera vinmaður hansara, var fátækur. Hann kundi vera kontantur, men hann var avbera áhugaverdur, hugnaligur og stuttligur at vera saman við og hann hevði eisini tær sjáldsomu gávur at hava ikki sørt av sjálvspeiðsemi, sigur Hergeir Nielsen.