tórbjørn jacobsen
Hjá flokki, ið hevur sum evsta mál, at tjóðin skipar seg sum sjálvstøðugan stat, eru afturvendandi valini til nationalt parlament í fremmandum landi, tað mest paradoksala, sum kann upplivast. Hetta er ringasta høpisloysi. Vanvirðiligt. Ein eyðmýkjandi staðfesting um vantandi dirvi og mátt. Leiðin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin. Bjølgurin í donsku fóðurpatrónini virkar soleingi vit gapa. Og nú standa einar 6-7 hundrað milliónir ímillum danskt heimastýrið og føroyskt fullveldið. Onki annað.
Hjá Tjóðveldisflokkin-um, ið skipar republikkina í dag, heldur enn í morgin, er støðan serliga ambivalent. Leingi hevði flokkurin ta moyggjarligu støðu, at rættast var ikki at stilla upp til hetta danska valið. Síðani kom metamorfosan í 73. Er-lendur varð valdur. Í tveimum skiftum. Seinri var Finnbogi einsamallur í framsókn, kjálkaði at gáttini á Sláturhólman-um, og málið varð rokkið, hevði Lasse Klein fingið takholt á Hilmari Kass, ið ikki var hugaður fyri at gera listasamgongu ímillum flokkarnar báðar.
Farið varð bara eftir røðarapallinum á Fólkatingi. Har skuldi hin føroyska røddin útbasunera veruligu føroysku áhugamálini. Moyggjardæmið helt sær fram til fólkatingsvalið í 98, táið Ísakson kúvendi, og mælti til, at tjóðveldisumboðið skuldi halda seg framat fatinum, brúka øll síni parlamentarisku rættindi, um flokkurin rakk einum sessi. Vit vóru mong sum ivaðust í hesum brotinum við knæsetta siðvenju.
Á heysti 2001 fingu vit umboðan aftur. Vóru líka frelstir, jomfrúnalskir ella piparsligir sum í 73, men eftir at hava sitið á tingi í eitt ár, tók eg avgerðina um, at royna eftir so nógvum nevndarsessum sum møguligt, eftir øllum sum vit kundu seta klórnar í. At kalla, eru tað bara symptomir frá nevndararbeiði og avgerðum í teimum ymisku tingbólkunum, ið ljóða frá tingsins røðarapalli. Politiska arbeiðið gongur fyri seg í korridorum, á nevndarfundum, í snapsatinginum, á caféum og aðrastaðir.
Eftir hetta umskiftið, skrivaði Finnbogi Ísakson eina grein í Fregnum, um nýggju støðutakanina hjá tjóðveldismanninum á danatingi. Púra beint. Ljóðaði yvirskriftin. Og royndirnar hava víst, at soleingi tjóðveldisumboð hevur sætið á tingi dana, eigur tað ikki at seta avmarkingar á seg sjálvt. Danir hava blandað seg uppí føroysk innlendismál í 600 ár, hví skula vit so halda okkum aftur frá politisku kjøtgrýtunum í danska metropolinum?
Í somu grein skrivar gamli løgtingsformaðurin, at størsti trupulleikin við føroysku fólkatingsumboðanini, í nógv ár var, at postberararnir á Christiansborg gramdu seg um, at teir fingu ikki meira tilfar inn ígjøgnum postrivuna í hurðini á flokshølunum hjá før-oysku fólkatingsmonnunum.
Hetta er broytt síðani Norðuratlantsbólkurin varð skipaður. Sekretariatið virkar, politikkararnir virka og tað hevur ongantíð staðið so stór virðing um umboðini úr norðurhøvum, sum hesi árini síðani seinasta fólkatingsval. Sjaldsama rúma tíðin, sum Anders Fogh Rasmussen hevur brúkt til at viðgerða Kuupik, Lars-Emil, Høgna og undirritaða í, tá ið hann flytur fram røðu undir teimum stóru orðaskiftinum, er besta prógvið um, at vit meddaðu rætt, táið vit valdu hendan effektiva nálapútutaktikkin, at standa á imperialistisku líktornunum so hvørt sum høvið varð har.
Endamálið hjá Tjóðveldisflokkinum er at sveipa hesi mandatini burtur av tingi. Tað verður nú neyvan fyrrenn republikkin er ein veruleiki, og soleingi skula umboðini hjá flokkinum brúkast - við høvdi og gørnum. Til frama fyri veruliga málið hjá føroysku tjóðini. Frælsi. Og tað klívist ikki. Annað-hvørt liggur tað í Keypmannahavn ella liggur tað í Tórshavn. Hesin sessurin kann brúkast sum kílakraft í áhaldandi royndini, at flyta tað ávegis í ein útnyrðing. Nú ræður um at standa øksl við øksl. At velja framhaldið og ikki íhaldið, sum er persónifiserað í betongsentralinum ABC.