Finnbogi er 83 ár og framvegis virkin

Reykjavík: Finnbogi Eyjólfsson er eitt sjaldsamt fyribrigdi. Hann er 83 ára gamal og framvegis virkin í stóru bilafyritøkuni Hekla í Reykjavík.

Bilafyritøkan Hekla varð stovnað fyri 75 árum síðan, í 1933, og Finnbogi Eyjólfsson hevur starvast í fyritøkuni 64 ár.


Finnbogi byrjaði sum bilmekanikari og arbeiddi seg uppeftir. Hann hevur

verið marknaðarstjóri, arbeitt á lysingardeild og verið PR-manager. Hann hevur eisini staðið fyri ymiskum verkætlanum, sum t.d. at gjørt Volkswagen ambulansir til Landssjúkrahúsið í Føroyum. Hann letur sera væl at samstarvinum við Føroyingar.


mg