?Tað er nógv fyri: Nú skulu føroyingar byggja tvey skip, og tey verða bæði bygt uttanlands.
? Men tað er lygn, at tað er løgtingið, sum hevur skyldina í, at skrokkurin til tað nýggju sandoyarferjuna skal byggjast uttanlands.
Tað er fallið Hendrik Old, løgtingsmanni fyri bróstið, at Finnbogi Arge hevur givið løgtinginum skyldina fyri, at tað varð neyðugt at byggja skrokkin til tað nýggju sandoyarferjuna uttanlands.
Almenna umberingin hjá samferðslumálaráðharranum hevur verið, at hann mátti halda seg innanfyri karmarnar upp á 60 milliónir, sum løgtingið hevði givið honum til nýggju sandoyarferjuna.
Og við teirri upphæddini bar ikki til at smíða skrokkin í Føroyum eisini.
? Hatta er beinleiðis lygn, sigur Hendrik Old, Løgtingsmaður.
Tað er ikki løgtingið sum ásetti upphæddina til nýggju sandoyarferjuna.
? Veruleikin er, at tað var landsstýrismaðurin sjálvur, sum bað løgtingið um 60 milliónir til endamálið og tær fekk hann.
Hendrik Old sigur, at hann sostatt hevur fingið tað, sum hann hevur biðið um.
? Og veruleikin er, at Finnbogi Arge hevur onga sum helst roynd gjørt at útvega meiri pening til endamálið.
? Hann hevur t.d. ikki roynt at greitt løgtinginum frá støðuni ella biðið um at fáa tær fáu milliónirnar afturat, sum skuldi til, fyri at skrokkurin kundi verðið smíðaður í Føroyum eisini.
Løgtingsmaðurin sigur, at tað einasta, Finnbogi Arge hevur gjørt, er, at hann hevur havt eitt prát við fíggjarnevndina.
? Men tá hevði hann ongi skjøl, ella uppskot at leggja fram, so tað varð ikki skrásett sum ein fundur.
Hendrik Old sigur tí, at tað er beinleiðis lygn, at tað er løgtingið, sum hevur skyldina av, at skrokkurin til tað nýggju ferjuna ikki verður smíðaður í Føroyum.
? Sostatt er niðurstøðan, at Finnbogi Arge hevur fingið hvørt oyra, hann hevur biðið um til Sandoyarferjuna.
? Hann hevur aldrin vent sær til løgtingið og boðað frá, at tað var brúk fyri meiri peningi, tí tað stóð á at byggja ferjuna í Føroyum.
? Sostatt er tað á ongan hátt løgtingið, sum hevur lagt seg í buktina fyri, at nýggja sandoyarferjan verður bygt í Føroyum, øll sum hon er.
?Hvat hann hevur fingið at vita innanhýsis í samgonguni veit eg ikki, sigur Henrik Old. ? Kanska hevur samgongan givið honum boð um at ferjan skal ikki kosta meiri enn 60 milliónir.
? Men so er tað teirra søk. ? Hann skal í hvussu so ikki givið løgtinginum skyldina, sigur løgtingsmaðurin úr Vági.
? Veruleikin er, at tað er ein politisk avgerð í vinnumálastýrinum, ella í samgonguna, at skipini ikki skulu smíðast í Føroyum.
? Var talan ikki um eina politiska avgerð, átti landsstýrismaðurin at lagt málið fyri tingið og greitt frá støðuni.
Henrik Old sigur, at hann ivast stórliga í, um løgtingið hevði verið ímóti at játta tær fáu milliónirnar afturat, so at skrokkurin eisini kundi verðið smíðaður í Føroyum, sigur Henrik Old.
Tað er nógv fyri
Annars heldur Hendrik Old, at tað er nógv fyri, at tær almennu Føroyar nú fara at byggja tvey skip- og at bæði skulu byggjast uttanlands.
? Tað einasta, sum skal gerast í Føroyum er, at tann eini skrokkurin skal monterast her.
?Tað líkist ongum. Tí vil tað almenna ikki byggja skip í Føroyum, hvør skal so?, spyr hann.
? Hann sigur, at føroysk skipasmíð hevur ligið stilt í eini 10-12 ár og er við at doyggja út.
? Og nú ræður tað um at fáa gongd á skipasmíð aftur, og tað skuldi tað almenna gjørt.
? Møguliga eru føroysku skipasmiðjurnar ikki fult kappingarførar í løtuni.
? Men tað kemst uttan iva fyri ein stóran part av, at tey hava havt so fá skip at smíðað, at venjingin er ikki tann sama.
? Tí hevði tað verið eitt givið høvið at lyft skipasmiðjurnar uppaftur á eitt fult kappingarført støði við at givið teimum hesar báðar almennu sáttmálarnar, sigur Henrik Old.
Upplagt í Vági
Eitt nú vísir Henrik Old, at ætlanin er nú at byggja eitt avloysaraskip til Strandferðsluna.
? Talan er um lítið skip, sum kostar 20 milliónir.
Henrik Old sigur, at tað hevði verið upplagt at bygt tað skipi í Vági fyri at fingið gongd aftur á skipasmið í Vági aftur.










