Finnbjørn er nú varaformaður

Fyri fyrstu ferð tekur føroyskt umboð sæti í leiðsluni fyri europisku talvsamgonguni

Lagt varð upp til stríðsval í Tromsø í dag, har nevndarval til europisku talvsamgonguna var á skránni. Finnbjørn Vang var á listanum, sum bjóðaði sitandi leiðsluni av, og tað eydnaðist Finnbjørni og teimum at fáa somikið væl av atkvøðum, at teir nú skulu stýra europiskum talvi komandi árini.