Finnast hvassliga at útbygging á Landssjúkrahúsinum

Mæla til at nágreiniligar reglur verða gjørdar um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu stýrast, og hvørja ábyrgd og hvønn leiklut hvør hevur, tá ið almennar byggiverkætlanir verða framdar.

Løgtingsgrannskoðararnir hava latið Løgtinginum frágreiðing um nýtsluna til byggiverkætlanina ”Landssjúkrahúsið, útbygging”, sum Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum.

 

Í uppskoti til samtyktar mæla løgtingsgrannskoðararnir til, at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.

 

Í frágreiðingini frá apríl 2023 er staðfest:

 

  • at verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar,
  • at leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir eru ikki nóg greið,
  • at upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, sum ikki eru eftirfarandi,
  • at upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin hava ikki hildið,
  • at verkætlanin er seinkað fleiri ár, og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur endurskoðaðar tíðarætlanir, og
  • at landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur.

 

Løgtingsgrannskoðararnir halda, tað er alneyðugt, at frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini verður tikin í álvara og krevja, at myndugleikarnir læra av hesum, soleiðis at framtíðar byggiverkætlanir verða væl fyriskipaðar og fíggjarliga væl stýrdar

 

Løgtingsgrannskoðararnir eru: Jóhannis Joensen, formaður, Erhard Joensen, næstformaður, Erling Eidesgaard og Jacob Vestergaard

 

Uppskotið til samtyktar kann lesast her.