16 flutningsfeløg finnast í dag harðliga at Posta fyri at kappast við privata vinnulívið á ójøvnum føti. Flutningsfeløgini halda at Posta hevur fyrimunir av at vera partafelag hjá tí almenna og eigur at koma fult og heilt út á privata marknaðin at kappast.
– Almenna partafelagið Posta var sett á stovn í 2005 við einum partapeningi uppá 43 mió krónur. Samstundis fekk felagið eitt rentu-og avdráttarfrítt lán uppá 29,2 mió krónur, sum tilsamans svarar til 72,2 mió krónur, skriva flutningsfeløgini
– Posta hevur fingið bygningarnar hjá felagnum, sum í roknskapinum eru ásettir at vera verdir 100 milliónir krónur. Omaná risastóru fíggjarligu aktivini, sum Posta hevur fingið frá eigara sínum – okkum øllum – so hevur eitt alment partafelag, jú eisini okkum øll í rygginum. Posta kann tískil ikki fara á heysin, og tað er ein enormur kappingarfyrimunur.
Flutningsfeløgini – eitt nú Norlink, Faroe Express, EUR Express, Safari Transport, Faroe Agency, Auto og IR Lastbilar – halda, at Posta kastar seg út í allar hugsandi og óhugsandi vinnur, fyri at »halda kolossinum á fótum«, sum tey taka til.
– Uttan her at siga júst, hvussu ein privatiseringsloysn eigur at síggja út, so vilja undirritaðu partar mæla til at gongd verður sett á at syrgja fyri at vøksturin og dynamikkurin í Posta kemur út í privata vinnulívið at arbeiða, heldur enn í einum ógjøgnumskygdum almennum felagi, sigur flutningsfeløgini.
– Posta hevur í dag ein vælløntan stjóra og eina vællønta nevnd, sum ikki høvdu sloppið avstað við teimum úrslitum, sum Posta hevur, í tí privata vinnulívinum. Ein umsetningur uppá 125 mió krónur, sum endar við einum halli uppá 2,5 mió krónur bendir á eina almenna fyritøku, sum á alt ov nógvum økjum pressar prísirnar undir marknaðarstøðið. Hví? Tí tey kunnu skapa sær umsetning á tann hátt – uttan avleiðingar. Tað ber ikki til!
Feløgini, ið hava undirskrivað skrivið, eru: Norlink, Faroe Express, Navigare Shipping, EUR Express, Safari Transport, Faroe Agency, Auto, G-Cargo, Mikkjalson Flutningur, Høj Flutningur, Shipping.fo, Suðuroyarleiðin, ASB, Tor-Shipping, Sand Ship (Sandgrevstur) og IR Lastbilar.
Skrivið frá flutningsfeløgunum kann lesast í fullum líki her.