Finnast at Saudiarabia

Herfyri skipaðu saudiarabisku myndugleikarnir fyri kommunuvali, men valið var av slíkum slagi, at tað hevur ikki sissað amerikonsku stjórnina, sum vil hava kongshúsið at fremja umfatandi demokratiskar nýskipanir.

Í einari nýggjari frágreiðing sigur stjórnin í Washington, at mannarættindini verða als ikki hildin í Saudiarabia, og at tað serliga eru kvinnurnar, sum líða undir teimum tvørrandi rættindunum. Amerikanska uttanríkisráðið ásannar, at ávís framstig eru hend, men leggur afturat, at enn er langt á mál.

Eitt nú vísir uttanríkisráðið á, at saudiarabisku myndugleikarnir hava fleiri serlig átrúnaðarlig løgreglulið, og at hesi javnan gera seg inn á ósekar saudiarabar og útlendingar. Amerikanararnir siga seg eisini hava fleiri dømi um, at tær saudiarabisku trygdardeildirnar pína fangar.