Næstan 70 prosent av funnunum eru ímóti, at Turkland skal gerast limur í ES, vísir ein nýggj meiningakanning, sum sjónvarpsrásin MTV3 hevur tikið stig til.
Bara umleið 20 prosent av finsku veljarunum eru fyri, at Turkaland skal fáa limaskap í europeiska samveldinum.
Finnar eru eisini ivingarsamir, tá tað snýr seg um at innlima londini, sum fyrr vóru partar av gamla Jugoslavia.
Næstan annarhvør finni vil ikki hava, at hesi lond verða ES-limir, eins og tvey teirra eru tað Slovenia og Kroatia.