Finnar stuttleika sær við umstøðunum á Svangaskarði

Ein av leiðarunum hjá HJK hevur lagt eina mynd út á Twitter sum finskir miðlar deila í dag

Hjá útlendingum er tað vakurt og dramatiskt á Svangaskarði á Toftum, og nógvir útlendskir áskoðarar og miðlafólk hava havt tað á munni, tá útlendsk lið hava spælt dystir á Svangaskarði.

 

Eisini hjá finnum sum eru mest vanir við skóg og vøtn um teir búgva inni í landinum, og kanska meira vanir við skergarðar um teir búgva við sjógvin eru umstøðurnar á Svangaskarði sjáldsamar.

 

Serligu umstøðurnar á Svangaskarði eru ikki farnar framvið hjá varastjóranum í HJK Helsinki, Aki Riihilahti, ið hevur lagt eina mynd út av Svangaskarði sum vísir hvussu langt ein skal eftir bóltinum, um skotið verður uppum málið sum vendir ímóti bygdini á Toftum.

 

Finskir miðlar hava loftið myndini, og hon sæst á svenskmæltum miðlum í Finnlandi í dag, m.a. hjá Hufvudstadsbladet sum skrivar eina grein við myndini, har skrivað verður, at HJK spælir í "áhugaverdum" umstøðum í Champions League undankappingini.