Tollvaldið í Finnlandi hevur lagt hald á eina sending við eykalutum til stríðsvognar, sum vóru á veg úr Russlandi til Sýrialands.
Petri Lounatmaa hjá finska tollvaldinum sigur við fjømiðlarnar, at tá tollarar fóru umborð á eitt finskt farmaskip at kanna farmin, komu teir fram á eina bingju, sum ikki stóð í farmayvirlitinum hjá skipinum. Bingjan bleiv tí sett upp á land, og tað vísti seg, í henni vóru 9,6 tons av eykalutum til stríðsvognar.
Bingjan var komin úr Russlandi og skuldi til Sýrialands, men finska tollvaldið legði hald á innihaldið, tí sendingin verður mett sum brot á ST-bannið ímóti vápnasølu til Sýrialands.
Fýra av manningini á farmaskipinum vórðu avhoyrdir, men kortini ikki fongslaðir. Farmaskipið slapp at hjalda leiðina fram, men bingjan við stríðsvognaeykalutunum stóð eftir.