Finnland hevur tikið lut í sínum fyrsta endaspælið í fótbólti nakrantíð, og tað var bert málmunurin sum forðaði finnum í at vinna seg í áttandapartsfinalurnar.
Finnar hava bíðað seinastu dagarnar eftir, at tveir trýarar í hinum EM-bólkunum skuldu verða verri enn teir, men tað bleiv bara Slovakia sum gjørdist verri enn teir í samlaðu trýara-roknistykkinum, og tí endaðu finnar við Svartaperi.
Finski landsliðsvenjarin, Markku Kanerva og liðskiparin, Tim Sparv ásanna í samrøðu við Hufvudstadsbladet, at tað hevur verið ein heldur drúgv bíðitíð hjá finska hópinum aftaná 0-2 tapið fyri Belgia sunnukvøldið. Seinasta vónin var, at Portugal skuldi tapa fyri Fraklandi við fýra málum, men tað var tíðliga greitt, at tað fór als ikki at ganga.
- Eg eri takksamur fyri at kunna hava verið partur av hesari upplivingini saman við øllum hópinum. Vit eru vónbrotnir av, at vit mugu heim nú. Vit høvdu møguleikan at vinna okkum víðari til áttandapartsfinalurnar og tað svíður. Vit vónaðu, at Frakland fór at skora nøkur skjót mál, men fyri at vera ærligur so var tað bólkadysturin móti Russlandi sum var okkara stóri møguleiki. Í tí dystinum áttu vit, at havt fingið eitt ella trý stig. Vit koma aftur, og tá vera vit enn sterkari, lovar Tim Sparv.
- Vit hava fingið nógvan stimbur av hesum endaspælinum. Vit hava prógvað, at vit megna at standa okkum væl móti sera sterkum mótstøðuliðum. Eg fari at greina avrikini hjá okkum seinni, men vit hava fingið nógv jaligt burturúr hesum endaspælinum, sigur landsliðsvenjarin, Markku Kanerva við Hufvudstadsbladet.