Leiðslan í finska flogfelagnum Finnair boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at siga 140 fólkum úr starvi í næstum. Herumframt fáa umleið 3.000 onnur starvsfólk at vita, at teirra størv eru í vanda ella kunnu blíva broytt. Í triðja lagi hava 400 fólk, sum arbeiða eftir sáttmála við Finnair, fingið at vita, at teirra sáttmálar verða ikki longdir. Leiðslan í Finnair sigur, at tey ætlaðu tiltøkini skulu skarva einar 20 milliónir evrur av teimum árligu rakstrarútreiðslunum.