Finna olju og gas innan trý til fimm ár

Eg eri sannførdur um, at vit fara at finna olju ella gas í føroyskum øki, sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base. Hann heldur, at oljan í fyrsta umfari skal flytast til Hetlands í staðin fyri at byggja ein stóran oljuterminal í Føroyum

Eli Lassen er stjóri í At­lantic Supply Base. Teir eru vónríkir um, at olja einaferð verður vunnin úr føroysku undirgrundini. Teir fyrireika seg eisini til eina møguliga oljuvinnu í Føroyum.
Altantic Supply Base í Runavík hevur ver­ið virk­in luttakari í roynd­ar­boringunum, sum hava ver­ið í Føroyum síðan 2001. Talan er um fimm brunnar, sum hava verið boraðir hesa tíð. Atlantic Supply Base bleiv stovnað í 1999.
Nú standa nýggjar av­bjóðingar fyri framman.
Royndarboringin í fjør gav einki úrslit, men Eli er kortini vísur í, at olja er undir Føroyum.
- Eg eri sannførdur um, at vit fara at finna olju ella gass í føroyskum øki – møguliga bæði. Nú hava vit royndir at bora gjøgnum basaltið, sum helst hevur givið oljufeløgunum manga vøkunátt. Vit gera fyri­reikingar til royndar­bor­ingar og tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, sigur Eli.
- Eg vil fein nýta Off­shore 2007 til at hitta olju­feløg, sum møguliga hava hug at koma henda vegin at borða, og sjálvandi tey, sum arbeiða skamt frá tí føroyska markinum sigur Eli.
Skálafjørðurin besta økið
Eli er sjálvur sannførdur um, at Skálafjørðurin er besta økið at leggja eina oljuhavn.
- Frá náttúrinnar hond er Skálafjørðurin sera góður. Tá ið veitingarhavnin varð bjóðað út, vóru fleiri pláss um boðið, men oljufeløgini valdu Runavík. Her er altso talan um útlendingar og fólk við skil fyri oljuvinnu, sum hava valt Skálafjørðin.
- Nú hava vit 6 ára royndir við veiting, og oljufeløgini, sum hava royndarborað, hava latið væl at okkara service, so eg haldi ikki, at tað er nøkur orsøk til at flyta veitingarhavn úr Runavík, og eg havi heldur ikki varhugan av, at so verð­ur, sigur Eli Lassen.
Hann heldur eisini, at politik­ararnir til tíðir gera tað óneyðuga torført hjá olju­feløgunum at koma til Føroya at bora. Hann heldur millum annað, at ein brúgv millum eystara og vestara arm hevði spilt allar møguleikar til eina veitingarhavn á Skála­fjørð­inum.
- Ein brúgv hevði kvett høvdið av Skálafjørðinum, uttan mun til hvørja vinnu, vit tosa um. Tá oljuvinnan kemur hendanvegin, skulu boripallarnir eisini um­vælast, og teir passa ikki undir eina slíka brúgv. Olju­feløgini/riggánarin vilja hava shelter water/stilt vatn, og tað finna teir á Skála­fjørðinum.
Tað er týdningarmikið, at Løgtingið ikki ger tað ov torført hjá oljufeløgunum at koma inn í landið. Til dømis verður tosað um at stramma ymiskar lógir upp, harímillum dynamitlógina, og tað fer at geva nógv óneyðugt stríð fyri olufeløg­ini. Oljufeløgini tíma ikki at brúka orku uppá okkum, um vit gera teimum tað ov ómøguligt, sigur Eli, sum tó ikki heldur, at oljufeløgini skulu fáa fríar teymar.
Flyta oljuna til Hetlands
- Eg vil meta, at teir hava funnið olju og gas innanfyri 3 til 5 ár. Spurningurin verð­ur so sjálvandi, um hon er nóg góð at taka upp, sigur Eli, sum ikki heldur, at oljan skal takast upp og flytast til Føroyar.
- Tað er eingin meining í at flyta oljuna til Føroya fyri síðani at flyta hana beinleiðis av landinum aft­ur. Eg haldi, at oljan, sum vit finna við Føroyar skal bindast í rørleiðingina og innfrastrukturin, sum er á leiðini millum Føroyar og Hetland. Tað er alt ov kostnaðarmikið at leggja nýggj­ar rørleiðingar á botn­in.
Hetlendingar hava ein oljuterminal við allari neyðugari útgerð. Vit kunnu soleiðis selja ojluna til teir og fáa penningin heimaftur.
- Vísir tað seg so seinni, at olja er norðan og vestanfyri okkum, so hava vit eina aðra uppgávu, sum vit tá loysa.
- Øll útgerð sum skal brúkast til at útbyggja feltini og hesa rørleiðing má sjálvandi um føroyskan bryggjukant, sigur Eli Lassen at enda.