Finna olju innan tvey ár

Nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm, vitjaði í farnu viku í Oljjumáráðnum, har hann prátaði við starvsfólkini.

Nýggj útbjóðing
Jan Müller

?Fyri meg er tað mest umráðandi, at arbeiðið uppá at fyrireika 2. útbjóðing heldur fram, og at øll orka verður løgd í at fáa eitt uppskot, sum eg kann leggja fyri tingið sum skjótast sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir á, at fer tað út um tíðarfreistina fyri at leggja uppskot fyri tingið, so fer hann at fáa neyðuga stuðulin til at víkja frá freistini.

Landsstýrismaðurin heldur tað annars vera sera avgerandi hjá føroyskum myndugleikum at fáa oljufeløgini at varðveita áhugan fyri økinum, og sær hann eisini tíðindini um, at tveir brunnar verða boraðir hinumegin markið í summar sum eina greiða ábending um, at altjóða oljuvinnan hevur ikki slept Atlantsmótinum, tó at úrslitini hava verið í lækara lagi í eina tíð.

Bjarni Djurholm, sum roynir at seta seg væl og virðiliga inn í sítt nýggja málsøki, oljuleiting við Føroyar, sigur seg hava vónir um, at kolvetni verða funnin á landgrunninum innan fyri tvey ár, og at hetta fer at gera, at áhugin fer at vaksa fyri økinum sum heild og soleiðis, at vit kunnu fáa eina framleiðslu um ikki so mong ár.

Uppá fyrispurning hvat hann heldur um reglurnar, sum skulu galda fyri 2. útbjóðingarumfar sigur landsstýrismaðurin, at vit eiga at skipa reglurnar soleiðis, at vit halda fast um tann áhugan, sum var. ?Er tað so, at viðurskifti tala fyri, at man skal gera reglurnar meira smidligar, so vil eg taka undir við tí. Men hetta er nakað, sum umsitingin má ráðgeva mær í.

Bjarni Djurholm hevur eisini kunnað seg um aktuella skattamálið, sum FOÍB, felagið hjá oljufeløgum, hevur reist. Hann ætlar sær ein av døgunum at taka ein fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum. ?Tað ræður um at skipa viðurskiftini soleiðis, at fólk og feløg síggja okkum sum ein møguleika heldur enn ein trupulleika. Tað vil so altíð vera ein spurningur um at finna eina javnvág, har tað verður tikin hædd fyri okkara egnu ynskjum samtíðis, sum hugt verður at ynskjunum hjá oljufeløgunum. Man skal heldur ikki vera so restriktivur, at tað skapar minni møguleikar hjá øðrum at etablera seg her. Um oljufeløgini halda tað vera gott at gera íløgur her, so fer tað vónandi eisini at vera gott fyri okkum og øvugt.