Finna ikki Bretland

Er ein spurnarkanning hjá National Geographics eftirfarandi, stendur tað sera illa til við landalæruni í bretska skúlanum. Kanningin vísir, at 20 prosent av børnunum millum 6 og 14 ár duga ikki at peika á Bretland á einum heimskorti, og 10 prosent duga ikki at nevna ein einasta heimspart. Sama kanning vísir, at næstan 60 prosent av børnunum vita ikki, hvar USA er á heimskortinum, og bara 14 prosent vita, hvar Irak er.