Ein maður í vónloysi við ein rapaðan bygning í Diyarbakir í landssynningspartinum av Turkalandi. Bjargingarfólk í Turkalandi hava hálað tvær kvinnur á lívi undan rapaðum bygningum, eftir at hava ligið undir leivdunum í 122 tímar aftan á ógvusliga jarðskjálvtan. - Foto: Sertac Kayar/Reuters

Finna enn fólk á lívi eftir jarðskjálvta

Talið av deyðum og særdum hækkar hvønn dag eftir ógvusliga jarðskjálvtan, sum rakti Turkaland og Sýria mánanáttina.

Ein maður í vónloysi við ein rapaðan bygning í Diyarbakir í landssynningspartinum av Turkalandi. Bjargingarfólk í Turkalandi hava hálað tvær kvinnur á lívi undan rapaðum bygningum, eftir at hava ligið undir leivdunum í 122 tímar aftan á ógvusliga jarðskjálvtan. - Foto: Sertac Kayar/Reuters

Bjargingarfólk í Turkalandi og Sýria stríðast enn av øllum alvi at bjarga fólkum, sum á undurfullan hátt framvegis eru á lívi eftir fimm dagar uttan mat og drekka.

Í dag hálaðu bjargingarfólk í Turkalandi tvær kvinnur á lívi undan einum rapaðum bygningi.

Tað høvdu ligið undir húsaleivdunum í 122 tímar eftir ógvusliga jarðskjálvtan mánamorgunin. Tað upplýstu turkiskir myndugleikar í dag.

Eisini tvey smábørn eru bjargað undan.

Talið av deyðum eftir ógvusliga jarðskjálvtan fór í dag um 24.000. Umleið 80.000 fólk eru í viðgerð á sjúkrahúsum í Turkalandi.

/ritzau/Reuters