Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Vit hava eina røð av breytum og leiðum innan gymnasialt miðnám, yrkisnám og serbreyt.
Á gymnasialum miðnámi kanst tú velja búskaparbreyt, hugbreyt ella náttúrubreyt, ið eru 3-ára breytir, ella fyrireikingarbreyt, ið er 2-ára breyt. Til ber at søkja um at taka gymnasiala miðnámsútbúgv- ing uppá fýra ár í autismuflokki. Upptøka er til autismuflokkin í ár.
Glasir hevur eisini eina skap- andi fyrireikingarbreyt, ið er 3-ára gymnasial breyt, og sum saman- tvinnar gymnasialt miðnám og yrkisnám.
Til ber at fáa FHS støðisút- búgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu, har lærugreinirnar eru á gymnasialum C-stigi.
Á yrkisnámi eru bilbreyt, el- breyt, smiðju- og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, tilvirkis- atstøði og klædnaatstøði. Fram- komnu verkstøðini eru góðir karmar um útbúgvingar okkara á yrkisnámi.
Serbreytin er til ung, sum ikki megna at g jøgnumføra gymnasi- alt miðnám ella yrkisnám und- ir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í skúlaskipanini.
Les víðari
Á hægri námi ber til at lesa víðari. Til ber at taka útbúgvingar innan búskap, byggifrøði og leiðslu. Lýst verður á hvørjum ári, hvørjar út- búgvingar eru tøkar at søkja inn á.
Sum nakað heilt serstakt hava allarfyrstu føroyingarnir í januar mánaði fingið prógv sum professiónsbachelorar innan altjóða handil og marknaðarførslu á hægri námi.
Opið hús og útbúgvingarfaldari
Øll, sum eru forvitin um útbúgv- ingarmøguleikar á Glasi, eru hjartaliga vælkomin til opið hús 23. februar kl. 19.
Í faldara okkara, sum er tøkur á heimasíðuni glasir.fo/faldarin, liggur neyvari kunning um allar lestrar- og lærumøguleikar.
Á heimasíðuni glasir.fo/inn- skriving ber til at søkja inn á
Glasir. Til ber at søkja inn frá 15. februar. Umsóknarfreistin er 15. mars.
Í góðum felagsskapi
Læring og trivnaður hanga saman. Góður felagsskapur legg- ur gróðrarbotn undir trivnað og læring. Tað hevur týdning at lata hvønn annan sleppa inn í felags- skapin. Lærdómur verður lættari og hugaligari í góðum felagsskapi.
Sunnar skíggjavanar
Á Glasi ynskja vit sunnar skíggja- vanar. Tí arbeiða vit eftir okkara skígg jareglum, sum vit kalla fyri Læring og trivnaður.
Í tímunum verða skíggjar ikki brúktir uttan so, at hetta er partur
av undirvísingini, og undirvísarin biður um, at skíggjar verða nýttir.
Vælkomin á Glasir
Hvat skal eg læra, hvat skal eg lesa, hvat skal eg velja? Spurningarnir um yrkisleið og framtíðina eru nógvir.
Til opið hús 23. februar eru lestrarvegleiðarar til staðar at hjálpa tær við hesum spurningum.
Vit vóna at síggja teg á Glasi, har tú kanst finna tína grein og festa tínar røtur við góðum lær- dómi í góðum felagsskapi.
Vælkomin á Glasir.
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##














