Finn Thorsen í smiðjuni

Fríggjadagin 2. apríl kl. 14 læt Finn Thorsen upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Finn Thorsen er dani, føddur í 1936, og býr í Nyborg á Fyn. Hann hevur arbeitt sum fangavørður og seinnu árini sum hundaførari í fongslinum. Nú er hann farin frá fyri aldur.

Hann er sjálvlærdur listamaður, og hevur málað síðan hann var ungur.

Hann roynir ikki at hava nakran ávísan stíl, men hevur mest náttúrúruna sum myndaevni. Hann hevur havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og í Norra. Seinnu árini hevur hann eisini arbeitt við skurðmyndum úr granitt.

Myndaevnini fær hann úr náttúruni, har sum hann ferðast.

Fyri 13 árum síðan var Finn í Føroyum fyri fyrstu ferð, og bleiv hann bergtikin av vøkru náttúruni við teimum stóru mótsetningum, sum har eru.
Síðan hevur hann ofta vitjað í Føroyum: Við tíðini eru flestu av hansara málningum úr vøkru og spennandi føroysku náttúruna.

Hansara listaverk eru olju ella akrylmálningar, vatnlitamyndir og ymisk sløg av grafikki og skurðmynd.

Nakað av hesum verður at síggja á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin er frá 2. apríl til og við 7. apríl.

Opið er soleiðis: fríggjadag frá kl. 14-20, leygardag frá kl. 10-16, og frá sunnudag til og við mikudag er opið frá 14-18.

Finn Thorsen verður eisini á framsýningini, sum Lions Club skipar fyri í Runavík á páskum.